Hvar eru vaktlarnir blivnir av?!

Tað var ein sera spennandi detektiv-uppgáva, børnini fingu í gjár. 4 vaktlar vóru horvnir úr búrinum. Eingin skilti, hvussu tað kundi henda. Eftir at børnini høvdu havt fund um, hvussu gátan skuldi loysast, fóru tey út at leita eftir sporum. Tað gekk skjótt, so høvdu børnini funnið bæði fjarðar og bein av vaktlum undir terrassuni. Tey komu til ta niðurstøðu, at tað mátti vera ein ketta, sum hevði verið upp á spæl og sum hevði guffað vaktlarnar í seg.