Spírin

Tað, sum eyðkennir Spíran, er at børnini læra um náttúruna við at spæla í náttúruni, brúka hana og virka í henni. Her er felags ábyrgd av djórahaldinum, jarðardyrkan, hegning og bygging. Har tað ber til, verður alt framleitt á okkara egna verkstað, sum vit brúka til viðlíkahald og bygging av búrum og húsum til djórini.

Í gjøgnum hetta fjølbroytta virksemið, verða børnini væl stimbrað bæði sosialt, motoriskt, kreativt og málsliga.

Stutt sagt verður lagt í børnini at fara væl við náttúruni og vera góð við kríatúrini, samstundis sum tey fáa eina rætta, ópyntaða mynd, sum er í samsvar við veruleikan av, hvussu náttúran og djórini verða gagnnýtt av okkum menniskjum.

Námsfrøðilig mál
Námsfrøðiliga málið er at virka fyri at vit fáa sosial, sjálvstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn ­ børn sum kunnu meistra teirra lív í einari fjøltáttaðari og umskiftiligari verð.