28.01.2016

Stjørnukvøld hjá 2. a

Vit byrjaðu kvøldið við pizza til nátturða. Síðani kom Daniel at tekna og greiða frá um Karlsvoginin, Orion Cassiopeiu o.s.fr. Eftir hetta fóru vit út at leita eftir hesum stjørnumyndum á himmalhválvinum. Men men men.. “Vit sóu ikki ein skid!” sum eitt av børnunum tók til. Í staðin fóru børnini at gera kavabóltar og kavamenn, tí tað fór at kava. Tað vísti seg at vera tað allarbesta kavaveðrið. Tá ið veðurgudarnir gjørdu seg so kostbarar, máttu vit bara sjálvi senda nakrar stjørnur upp á himmalin. Hetta gjørdu vit við at skjóta nakrar rakettir upp, sum vit áttu frá nýggjárinum. Eisini høvdu vit ein flottan stjørnukikara, sum ein pápi setti upp. Tað nyttaði tíverri lítið, tí tað var alt ov yvirskýggjað. Hóast tað ikki gekk, sum vit høvdu ætlað, høvdu børnini tað bæði stuttligt og hugnaligt. 

Myndir