29.01.16

Stjørnukvøld hjá 2. b

So var aftur stjørnukvøld og eydnaðist tað sera væl. Vit fingu pizza til nátturða. Daniel (sum hevur verið pápi hjá okkum fyrr) var og greiddi so spennandi  frá um Orion, Cassiopeia, Stella Polaris o.s.fr. Eftir hetta  fóru vit út at finna hesar stjørnumyndir.  Tað var eitt sindur yvirskíggjað at byrja við, men so opnaði himmalin seg og vit sóðu alt, sum vit vildu síggja.  Onkur sá eisini stjørnuskot. Ein annar pápi hevði bæði stjørnukikara og vanligan kikara við. Vit eisini at royna teir. Tað var spennandi at síggja stjørnunar so nær. Stjørnukvøldið var stuttligt og fantastiska væl eydnað.

Myndir