Um barnið:

  • Ikki er í skúla, vegna sjúku ella annað forfall, kann barnið ikki koma á frítíðarskúlan. Tó so, um tað hevur verið hjá lækna ella tannlækna, er laga manni hjá foreldrum at koma við barninum eftir hetta. 
     
  • Er í skúla og ikki skal í fríðtíðarskúla, skal boðast frá til frítíðarskúlan.
     
  • Um børn skulu heim saman úr frítíðarskúlanum, skulu foreldrini avtala hetta í seinasta lagi, áðrenn børnini verða avheintaði í frítíðarskúlanum.
     
  • Tá ið boðið verður í føðingardag, skal stovnurin fáa hetta at vita í seinasta lagi dagin fyri.
     
  • Um barnið er sjúkt ella ikki kann fara út, av eini hvørjari orsøk, skal barnið ikki koma í frítíðarskúla.
     
  • Um barnið skal til frítíðarítriv, verður barnið krossa út, og dagurin liðugur í frítíðarskúlanum 

Matpakki

Børnini skulu hava matpakka við hvønn dag. Matpakkin verður antin etin í skúlanum ella FTS.

Millummáli

Børnini fáa millummála hvønn dag uml. kl. 14.00

Boð

Um foreldrini hava nøkur boð til starvsfólkini/barnið, so kann ringjast á fastnet telefonina á stovninum. Tlf: 31446

Fartelefon

Børnini skulu hava sína fartelefon sløkta, tá tey eru í frítíðarskúla

Klædnarúm

Børnini hava hvør sín krók til klæðir í gongini. Afturat hesum hevur hvørt barnið ein kassa til skiftiklæðir.

Skiftiklæðir

Børnini mugu altíð hava skiftiklæðir í kassanum/posanum.

Navnamerki

Øll klæðini skulu vera merkt við navni. Foreldrini hava ábyrgdina av, at skiftiklæðini eru í kassanum.

Gloymd klæði

Gloymd klæði liggja frammi í nakrar vikur, fyri síðani at verða latin til vælgerandi endamál! 

Hvussu leingi er opið?

Stovnurin hevur opið eftir skúlatíð til kl. 17.00

Umráðandi

Børnini skulu krossa seg av, tá ið tey fara og eisini siga farvæl við eitt av starvsfólkunum.

Ítróttur

Vit kunna brúka fimleikahøllina á Háskúlanum mánadag og mikudag frá kl. 13.00 til kl. 15.00.
Afturat hesum, er vøllurin hjá Venjingarskúlanum okkum tøkur allar dagar í vikuni.

Úti

Vit hava eina útiskipan, har starvsfólk hava ábyrgd av børnunum, tá ið tey spæla uttandura.

Foreldarfundur

Um vit meta, at tørvur er á at tosa við foreldur um teirra børn, taka vit stig til ein foreldrafund. Um foreldur sjálvi hava tørv á at tosa við okkum um teirra barn, so eru tey vælkomin til at seta seg í samband við okkum.

Samstarv við skúlan

Vit hava eitt tætt samstarv við lærararnar á skúlanum. Um neyðugt hava vit fundir saman. Hetta til gagns fyri trivnaðin hjá tí einstaka barninum og fyri at tryggja best hóskandi integratión.

Samstarv við foreldur

Vit leggja dent á, at tað dagliga sambandið við foreldrini er gott. Tað er týdningarmikið fyri okkum, at foreldrini kenna seg vælkomnan at koma inn á stovnin, at fáa sær eitt prát við okkum, t.d. tá komið verður eftir børnunum. Eisini hava vit foreldraviðtalur og felags tiltøk.