Námsfrøðiligur málsetningur

Vit vilja, at foreldur skulu uppliva Spíran sum eitt trygt, læruríkt og mennandi stað fyri teirra barn. Eitt stað har tey vera møtt av starvsfólkum og leiðslu í einum umhvørvi merkt av virðing, opinleika, áliti og góðum samskifti.

Námsfrøðiliga málið er at virka fyri at vit fáa sosial, sjálvsstøðug, ábyrgdarfull, skapandi og lívsglað børn - børn sum kunnu meistra teirra lív í einari fjølltáttaðari og umskiftiligari verð.

Munur er á skúla og frítíðarskúla. Tá barnið er í frítíðarskúla, er talan um frítíðina hjá barninum. Hetta hevur m.a. við sær, at spæl o.a. virksemi er sjálvboðið og ikki skemalagt á sama hátt sum í skúlanum. Børnini hava tí møguleika fyri sjálvi at ráða yvir tíð síni í frítíðarskúlanum, men tó undir okkara ábyrgd og hjáveru í einum vøkrum, friðarligum og tryggum umhvørvi.

Vit leggja dent á, at dagliga sambandið við foreldrini er gott. Tað er týdningarmikið, at foreldur kenna seg vælkomnan  á stovninum.

Vit hava eitt tætt og gott samstarv við skúlan. Foreldrasamstarvið er vælvirkandi, og vit hava valt at hava sama foreldraráð í skúla og frítíðarskúla.

Dentur verður lagdur á førleikan hjá einstaka starvsfólkinum, so arbeitt verður miðvíst og tilvitað við aldursbólkinum 6/7-8/9 ár. Vit leggja dent á, at starvsfólkið hevur neyðuga vitan um henda aldursbólk og dugir at samstarva við bæði børn, foreldur, skúla og starvsfelagar. Starvsfólkið skal verða tilvitað um menningina hjá tí einstaka barninum og hava virðing fyri tí.