Húsið

18. november 2014 fluttu vit inn í hetta nýggja húsið. Áðrenn tað hildu vit til í húsinum hjá Føroya Ríðingarfelag, sum nú verður brúkt til 3. flokk og ávís felags tiltøk.

Spírin hevur ein stóran praktiskan køk, sum eisini er eitt uppihaldsrúm har børnini kunnu spæla borðspøl, tekna, síggja film, spæla bingo, hava spurnarkappingar, gera mat o.a.

Vit hava eitt træverkstað, sum verður brúkt til alt møguligt. Umframt at vit smíðja har inni, er tað eisini súkluverkstað, máliverkstað, slátur-verkstað, sjúkrastova, plantiverkstað, sjónleikararúm. Klekimaskinan hevur eisini sítt pláss har inni. 

Vit hava eitt ítrivsrúm til meira friðarligt virksemi. Har kann man lesa, perla, knýta bond, gera smykkur, mála, seyma, binda, práta o.a. Eisini eitt sera nógv brúkt sminkuborð har inni.

Uttanfyri køkin hava vit eina stóra terassu. HHon verður brúkt til millummála, grill, hugna, spøl og felags tiltøk.

Vit hava eisini fleiri smá hugnalig hús á økinum hjá Spíranum. Bæði høsnarhús, dunnuhús, gásarhús og kaninbúr. Høsnini, dunnurnar og gæsnar ganga frítt allan dagin. Tá tað fer at skýma, fara høsnini inn. Dunnurnar og gæsnar brúka bert síni hús, tá tær verpa og hava reiður. Afturat hesum hava vit ein rennigarð til kaninirnar, so tær kunnu sleppa út at renna, grava og spæla.