Dagstovnaøkið: Foreldragjaldið í 2016

11.12.2015

​Borgarstjórin, Heðin Mortensen, hevur góð tíðindi at bera borgarunum. Tórshavnar kommuna hevur samtykt gjøldini fyri dagstovnaøkið í 2016. Barnafamiljurnar hava nógv at gleða seg til. Tórshavnar kommuna ger systkinaavsláttarskipanina munandi einfaldari, tí nú rindar eingin meira enn tað, ið eitt vøggstovupláss kostar. 


Vøggustovupláss: 2.546 kr. um mánaðin í 11 mánaðir um árið.

Barnagarðspláss: 1.579 kr. um mánaðin í 11 mánaðir um árið.

Frítíðarskúli: 868 kr. um mánaðin í 10 mánaðir um árið.

Frítíðarskúli í 3.flokki: 434 kr. um mánaðin í 10 mánaðir um árið

Frítíðarskúli á Miðstovninum: 1.184 kr. um mánaðin í 11 mánaðir um árið.

Forskúlabørn í frítíðarskúla 1.017 kr. um mánaðin í 10 mánaðir um árið.

Systkinaavsláttur:
Hevur tú fleiri børn á stovni, rinda tú bara fyri tað yngsta barnið. Sostatt rindar eingin meira enn tað, ið eitt vøggstovupláss kostar.

Dømi: Hevur tú eitt barn í vøggustovu og eitt í barnagarði, er mánaðarligi avslátturin kr. 1.579.

Serligt fyri 3. flokk í frítíðarskúla:
Fyri frítíðarskúla í 3.flokki er systkinaavsláttur og frípláss ikki galdandi.