Eggjasøla

Børnini í Spíranum hava bæði vanligar høsn og dvørgahøsn, ið altíð ganga úti í tí fría. Hvønn dag, tá tey koma úr skúlanum, fara tey spent út í høsnarhúsini eftir eggum. Tey taka eggini inn, vaska tey, leggja tey í eggjabakkar og gera tey klár til sølu. Tá onkur kundi er, sum fegin vil keypa, standa tey sjálvi fyri søluni. Hava tey brúk fyri hjálp, fáa tey sjálvandi tað.

Á henda hátt læra tey at rokna út, hvussu nógv eggini kosta tilsamans og hvussu nógv kundin skal hava aftur. Børnini eiga peningin, sum kemur inn og gera sjálvi av, hvat hann skal nýtast til.