Kaninir

Í Spíranum eru 4 kaninir. Tær eru allar ordiliga fittar og spakar. Tær elska at eta og leypa út í rennigarðin at gloypa um matin og so vilja tær eisini kelast inn ímillum.

Børnini hjálpa til, tá kaninirnar verða fóðraðar og búrini skulu sópast.

 

Mjúka er frá Djóraverndarfelagnum og fingu vit hana í februar 2019. Hon er ordiliga kelin og kemur til okkara, tá vit gera *kanin-ljóð* :) Henni dámar væl børn og er nokkso forvitin tá hon kemur inn í Djórahúsið til frisør - reisir seg upp at sita og hyggur runt um seg - nokkso herlig ;) 

 

 

Pjøssa kom til okkara at búgva í september 2018. Hon er ein ordans gella! ;) Hon elskar at forskrekkja okkum, tá vit koma við mati til hennara, hon ger eitt hopp eftir matinum, tí hon elskar at eta. Hon elskar eisini at goyma seg og einaferð hevði hon goymt seg so væl í einari holu, sum hon hevði grivið, at vit hildu at hon var vekk. Men aftaná at hava grivið allar holur í garðinum upp kom hon spelandi upp úr tí einu holuni og Helena mundi svímað av Pjøssu, so kløkk hon bleiv. Haldi Pjøssa flenti eitt sindur ;) Pjøssa og Markus eru forelskaði, og hvør veit um Pjøssa kanska er uppávegin, nú hon slapp at vitja Markus ein dagin ;) 

Ninus er yngsta kaninin hjá okkum. Hann kom til okkara saman við mammu síni, Bellu. Vit máttu gelda hann og tá var hann ordiliga heldigur, tí hann slapp at vera millum børnini eitt sindur meira enn vanligt er og tá funnu vit útav, hvussu kelin og fittur hann er :) hann elskar at eta og rennur til matin tá hann fær hann :)

 

Bella er mamman hjá Ninus, og komu tey til okkara á sumri 2018. Bella er ein ordiliga góð mamma og ansar so væl eftir Ninus og er so góð við hann. Bella kann enn fáa ungar, so hvør veit um vit einaferð fara at finna henni ein fittan og lekkran sjeik at fáa ungar saman við ;)  

Markus er 1 ára gamal og er úr Æðuvík. Hann kom til okkara at búgva í mai 2019. Hann er mega kelin og fittur og so er hann so serliga vakur, tí hann hevur eitt brúnt eyga og eitt blátt eyga ;) Markus fekk vitjan av Pjøssu tann eina dagin og hann fall pladask fyri henni og vit halda so bestemt at hann gjørdi hana uppávegin eisini, tí hon er jú so mega lekkurslig - nú eru tey par og fáa kanska ungar skjótt ;) 

Pjøssa og Markus - parið hjá okkum ;) 

Høsn

Vit hava tríggjar hanar og nógvar hønur. Hønurnar eru brúksdjór. Eggini, sum hønurnar verpa, fara børnini eftir, taka tey inn, vaska tey og selja tey. Tá hønurnar fáa ungar, verða hanarnir dripnir tá teir eru nóg stórir til tess og verða síðani skoldaðir, royttir og kókaðir til hanasúpan. Børnini eru við í øllum hesum virkseminum.

Børnini hjálpa við fóðringini hvønn dag og hyggja, hvussu høsnini hava tað. Høsnini koma stórleypandi í móti teimum, tá tey síggja børnini koma við spannini við fóðri í. Børnini hjálpa eisini til, tá høsnarhúsini skulu sópast.

 

Jákup, ið er ein dvørgahani, hevur sín egna høsnargarð í dunnuhylinum. Har hevur hann tað sum blomman í egginum. Hønurnar elska hann og hann stórtrívist i millum tær. Dvørghønur eru góðar mammur og eru altíð skrukk.

Poulina er ein dvørghøna. Hon hevur 12 ungar. Hon er ein ordiliga góð mamma og ansar væl eftir sínum ungum. 

Dunnur

Vit hava nógvar dunnur. Eisini her, eru børnini við til at fóðra, hyggja eftir um tær hava tað gott og savna egg. Summar av dunnunum eru so spakar, at tær eta úr hondini. 

Gæs

Vit hava eitt gásapar, sum eisini skal fóðrast hvønn dag. Eisini her eru børnini við til at hjálpa. 

Gásaparið og teir 7 ungarnir vóru á stykkinum, hjá Absalon, í Hósvík og ótu seg feit og lekkur. Ungarnir eru nú seldir og vit hava gásaparið eftir - vónandi fáa tey aftur ungar komandi ár ;)  

Fleiri myndir