19.10.2017

Fletting

17.10.2017

 

 

 

Myndir

19.09.2017

Skúlaárið higartil...

Gott veður, gummibátar o.a.

 

 

 

Myndir

27.06.2017

Juni 2017

Postarenning, grill, heimagjørdur ostur, seta eplir niður o.s.fr.

 

 

 

Myndir

22.05.2017

Skattajakt

Fríggjadagin vóru vit skattajakt í Havnardali.

 

 

 

Myndir

Frítíðarskúli opin tvær vikur í summarfrítíðini

Foreldur í Tórshavnar kommunu, ið hava pláss fyri neyðini frá 26. juni til 7. juli 2017 (vika 26 

og 27), tá ið frítíðarskúlar annars eru stongdir, verða vinaliga biðin um at skráseta seg á 
torshavn.fo ➔ kommuna ➔ sjálvgreiðsla. (Leinkja)

Freistin er hóskvøldið 1. juni 2017. Boðað verður frá seinni, hvør frítíðarskúli er opin. 
Tilmeldingin er bindandi, og tað er umráðandi, at barnið møtir teir dagar, sum eru fráboðaðir. 
Barnið er tilmeldað, tá ið tú hevur fingið sendandi váttan við t-posti um, at barnið er skrásett.

08.05.2017

Myndir frá apríl 2017

Skúmfidusakapping, listaframsýning, ruddingardagur o.a.

 

Myndir

31.03.2017

Túrur til Skálavíkar

Ein ógloymandi túrur.

 

Myndir

21.04.2017

Starvslæra

18. apríl byrjaðu Helen V. Lindenskov (tv) og Joan Waag Høgnesen (th) í starvslæru í Spíranum. Tær lesa námsfrøði 1. árið á Setrinum. Starvslærutíðin er 6 vikur.

Vit ynskja teimum vælkomnum og gleða okkum til gott samstarv.

 

21.04.2017

Spírabørnini sýna fram í Ostahúsinum

Børnini í 2. og 3. flokki í Spíranum hava fernisering í Ostahúsinum leygardagin 22. apríl frá kl. 14.00 – 18.00. Tey hava saman við Barbaru Álaberg arbeitt í 2 vikur við at mála málningar við várlitum. 

Gunnvør Balle fer at siga nøkur orð.

Poul Michelsen Heilsøla hevur stuðlað tiltakinum.

Hvar er Ostahúsið? Tað sært tú her

13.03.2017

Jens Gandur

Jens Brandur hevði eina gandaframførðslu fyri okkum fríggjadagin.

Myndir

10.03.2017

Fuglahús

Nú fuglarnir skjótt fara at reiðrast, eru vit farin í holt við at gera fuglahús. Børnini gera húsið saman við einum vaksnum og mála sjálvi. 

01.03.2017

Myndir frá februar 2017

Maskur, tunnusláing o.a.

Myndir

09.02.2017

Myndir frá Januar 2017

Kavi, talv og annað...

Myndir

22.12.2016

Jólafrí

Góðu tit øll 

 

Vit vilja fegin ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Takk fyri gott samstarv í brátt farna ári.

 

Spírin hevur opið aftur 4. januar 2017

 

Vinaliga

Spírin

8.12.2016

Jólaborðhald

Børnini hugnaðu sær í dag til dagsins jólaborðhald. Tey fingu lambskjøt, sum tey sjálvi hava verið við til at slakta. Omaná var ísur og gávur frá jólamanninum. 

 

 

 

 

 

 

Myndir

5.12.2016

Slakt

So var aftur tíð at slakta. Børnini hava verið sera røska at hjálpa til.

 

 

 

 

 

 

Myndir

22.11.2016

Hált og glerstoytt...

...ikki minst í Havnardali :) Her hevur verið eitt satt winter wonderland í dag.

 

 

 

 

 

 

Myndir

7.11.2016

Valfur og pannukøkur

Børnini í 3. flokki skipaðu fríggjadagin fyri valfu og pannukøkubúð i Reyða húsi. Børnini bakaðu sjálvi. 2. flokkur var boðin yvir at keypa fyri heimagjørdan pening. 

 

 

 

 

 

Myndir

7.11.2016

Talvkapping

Fríggjadagin byrjaði talvkappingin í Spíranum. 

 

 

 

 

 

Myndir

28.10.2016

Inni er heitt og fjálgt

Sjálvt um veðrið er ringt, kann mann hugna sær inni - spurnarkapping, bingo, matgerð o.s.fr. :)

 

 

 

 

 

 

Myndir

Hanar

25.10.2016

Seyðarhøvd

Seyðarhøvdini verða sviðin.

 

 

 

 

 

 

Myndir

Hanar

24.10.2016

Blóðpylsa

Sjálvandi gera vit eisini blóðpylsu :)

 

 

 

 

 

 

Myndir

Hanar

21.10.2016

Hanar

Mikudagin vóru tríggir hanar dripnir. Teir verða kókaðir til hanasúpan seinni. 

 

 

 

 

 

 

Myndir

18.10.2016

Fletting

Týsdagin sluppu børnini at royna seg sum rættir føroyingar, tá vit flettu á verkstaðnum. 

 

 

 

 

 

 

Myndir

05.10.2016

Summar í oktober

Vit gjørdu av at fara ein túr oman í Sandagerð í dag. Hepnari við veðrinum verður mann ikki í oktober. 

 

 

 

 

 

 

Myndir

03.10.2016

Tálgasápa

3. flokkur gjørdi tálgasápu í Reyða húsi í dag.

 

 

 

 

Myndir

03.10.2016

September

Her eru allar myndirnar frá September 2016. 

 

 

 

 

Myndir

30.09.2016

Gentudagur

Meðan dreingirnir í 3. vóru og svumu, jollaðu genturnar í 3. sær í Reyða húsi. Á skránni var m.a. ísur, Dansur og spøl.

 

 

 

 

Myndir

22.09.2016

5. flokkur á vitjan

Børnini, sum gingu í Spíranum frá 2013-2015 komu á vitjan í dag. Nú ganga tey í 5. flokki. Tey hildu tað vera stuttligt at vitja, síggja kaninirnar o.a aftur. Vit vóru sera glað at síggja tey. Tey skulu vera vælkomin aftur eina arðu ferð.

 

 

 

 

Myndir

13.09.2016

Skúmfidusar

í dag slapp 2. flokkur at grilla skúmfidusar. Tað er altíð vældámt :)

 

 

 

 

Myndir

09.09.2016

Heitir pottar

í dag leigaðu vit tveir heitar pottar :)

 

 

 

 

Myndir

02.09.2016

X Factor

Børnunum dáma væl X Factor og duga væl at skapa sína egnu barna-útgávu av tí. Tey ganga upp í tað við lív og sál.

 

 

 

 

Myndir

01.09.2016

Poppkorn niðri við ánna

Bálplássið við ánna er sera hugnaligt. Her gera børnini í 3. flokki poppkorn.

 

 

 

 

Myndir

31.08.2016

August 2016

her eru myndir frá fyrstu vikunum hetta skúlaárið :) 

 

 

 

 

Myndir

24.06.2016

Summarfrí

Her eru myndir frá juni mánaði. Spírin takkar fyri hetta skúlaárið og ynskir tykkum øllum eina góða feriu. Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur eftir feriuna. 

 

 

 

 

Myndir

22.06.2016

Endaveitsla hjá 3. flokki

Í gjár var endaveitsla fyri 3. flokk. Vit ótu pitabreyð og fingu icecream soda omaná. Nógv var dansað úti á terrasuni. Ein frálíkur endabrestur! Spírin takkar fyri tíðina :)

 

 

Myndir

Góðu foreldur í 2. a og 2. b

Kunnandi fundur um komandi 3. flokk verður í Spíranum hósdagin 23. juni frá kl. 17.00 - 18.00

 

Vinaliga

Spírin

10.06.2016

Trivnaðarpakkin

Mín sann um vit ikki vunnu!! Spírin vann Trivnaðarpakkan, sum Tórshavnar Kommuna lat í sambandi við Umhvørvisvikuna. Sigrun Mohr, Heðin Mortensen og fleiri frá kommununi vóru úti í Spíranum og heiðraðu okkum. Vit grillaðu og fingu lagkøku omaná. 

 

 

 

 

 

Myndir

07.06.2016

Gummibátar

Í dag vóru vit og sigldu í gummibátum. 

 

 

 

Myndir

06.06.2016

Bál, poppkorn og bakandi sól

Tá børnini komu niðan í Spíran um 13 tíðina í dag, var gott veður men eingin sól. Vit tendraðu eitt bál og hugnaðu okkum. Tróndur, sum arbeiðir hjá okkum, fekk tað hugskot at gera poppkorn á báli. Tað eydnaðist væl. 

Millummálin varð etin úti. Seinni kagaði sólin fram og sum ikki einaferð varð terrassan steikjandi heit.

 

 

 

 

Myndir

06.06.2016

Poesi-dagur

Fríggjadagin 3. juni var poesi-dagur í Spíranum. Poesi-dagur er, at foreldur og børn fara út í náttúruna at lesa yrkingar, sum eru hongdar upp ymsastaðni. 

Myndir

03.06.2016

Uttandura svimjing

Í gjár vóru vit í uttandura "svimjilylinum" nær við Spíran. Hóast vatnið er kalt, hildu børnini seg ikki aftur. Eftir svimjing ótu vit Summarskál á bakandi heitu terrasuni í Spíranum.

 

 

Myndir

31.05.2016

Túrur úti í bø

Í dag vóru vit útferð í einastandandi góða veðrinum. Vit fóru beinleiðis úr skúlanum við bussi til Kirkjubøar. Haðani gingu vit út í Bø. Børnini spældu í fjøruni, har tey fangaðu krabbar, marsflugur og funnu eitt tjaldursreiður. Við okkum høvdu vit skipskeks, frukt og saft. Vit vóru aftur í Havn um 15.30. Ein deiligur dagur.

 

Myndir

27.05.2016

Vatnkríggj

Í Dag var vatnkríggj fyri allar pengarnar í Spíranum. Myndirnar tala fyri seg.

Myndir

26.05.2016

Geocaching

Geocaching er eitt populert ítriv, har mann leitar eftir skattum við GPS'ara. Í dag vóru vit og leitaðu uppi við Oyggjarvegin. Mín sann um vit ikki funnu okkurt.  Aftaná varð borðreitt við pylsum á terrassuni.  

Hundurin Cesar var við okkum allan túrin. Hann er ikki ungur longur, so hann steinsovnaði aftaná túrin :)

Myndir

25.05.2016

Gummibátar og bál

Nú er veðrið endiliga við at blíva betri. Vit hava í dag verið og ró í gummibátum fyri fyrstu ferð í ár. Onnur børn hava brent bál og hugnað sær. 

Myndir

19.05.2016

Dreingjadagur

Í dag fóru genturnar at bowla og so var túrurin komin til at hava dreingjadag. Teir hava kappast í togtogan, stafett og ørðum. Sjálvandi hava teir eisini fingið gott at eta. Ein góður dagur í Spíranum. 

Myndir

18.05.2016

Nýggir møblar

Okkara praktikantur Hallur Thomsen hevur í dag saman við nøkrum av Spíradreingjunum gjørt nýggjar møblar úr nøkrum plattum, sum hava ligið uttan fyri Spíran. Tað fer at koma væl við, tá vit fara at brenna bál uttanfyri.  

Myndir

13.05.2016

Ruddingardagur

Í sambandi við umhvørvisvikuna hava frítíðarstovnar í Tórshavnar kommunu havt ruddingardag. Tey, sum eru við í ruddingardegnum, eru samstundis við í lutakastinum um ein trivnaðarpakka áljóðandi kr. 20.000. Spírabørnini hava verið ófør at rudda í dag. Vónandi vinna vit! :)

Myndir

12.05.2016

Damudagur

Í meðan dreingirnir vóru og bowlaðu í dag, høvdu genturnar ein ordiligan damudag. Tær hava krúllað hár, fingið gott at eta og gjørt nógv annað stuttligt. Skjótt fara genturnar at bowla og tá verður dreingadagur :)

Myndir

3.05.2016

Frídagar

Kristi Himmalferðadag, hósdagin 5. mai er Spírin stongdur.

Fríggjadagin 6. mai er opið frá 7.45 - 17.00

Vinaliga boðið okkum frá, um barn tykkara hevur frí fríggjadagin.

 

 

 

 

19.04.2016

Flaggdagur

Spírin hevur stongt Flaggdagin 25. apríl. 

19.04.2016

Starvslæra

Í dag er Hallur Thomsen byrjaður í Starvslæru í Spíranum. Hallur er úr Froðba og er 30 ára gamal. Hann lesur námsfrøði 1. árið á Setrinum. Starvslæran er frá 19. apríl til 27. mai.

Vit ynskja honum vælkomnum og gleða okkum til gott samstarv.

 

 

08.03.16

Myndlist

Børnini í 2. flokki í Spíranum hava fernisering í Smiðjuni í Lítluvík 12. mars kl. 15.00.

Helena Dam á Neystabø kemur at siga nøkur orð

Tiltakið er stuðlað av Poul Michelsen Heilsølu.

 

 

16.02.16

Hava tit tørv á plássi á páskum?

Foreldur at børnum í forskúla, 1. og 2. flokki, ið hava pláss fyri neyðini um páskirnar, 21., 22. og 23. mars, (vika 12), tá ið frítíðarskúlarnir annars eru stongdir, verða biðin um at fylla út teigarnar niðanfyri.
Seinasta freist at tekna barnið til er 25. februar 2016.

Á páskum er Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini opin fyri alla kommununa.

Tilmelding her

29.01.16

Stjørnukvøld hjá 2. b

So var aftur stjørnukvøld og eydnaðist tað sera væl. Vit fingu pizza til nátturða.  Daniel (sum hevur verið pápi hjá okkum fyrr) var og greiddi so spennandi frá um Orion, Cassiopeia, Stella Polaris o.s.fr. Eftir hetta...

Les meira

28.01.2016

Stjørnukvøld hjá 2. a

Vit byrjaðu kvøldið við pizza til nátturða. Síðani kom Daniel at tekna og greiða frá um Karlsvoginin, Orion Cassiopeiu o.s.fr. Eftir hetta fóru vit út at leita eftir hesum stjørnumyndum á himmalhválvinum. Men men men..

Les meira

11.12.2015

Dagstovnaøkið: Foreldragjaldið í 2016

Borgarstjórin, Heðin Mortensen, hevur góð tíðindi at bera borgarunum. Tórshavnar kommuna hevur samtykt gjøldini fyri dagstovnaøkið í 2016, og barnafamiljurnar hava nógv at gleða seg til...

Les meira

18.12.15

Takk fyri í ár

Góðu tit øll 

 

Vit vilja fegin ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Takk fyri gott samstarv í brátt farna ári.

 

Vinaliga

Spírin

 

18.11.15

Ársdagur

Sum tíðin flýgur! Í dag er longu eitt ár síðani, at nýggi bygningurin hjá Spíranum varð tikin í nýtslu. Í sambandi við ársdagin tað bjóða vit kaffi og holukøkur fríggjadagin 20/11.

 

 

 

 

 

 

 

 

18.11.15

Nýtt starvsfólk í Spíranum

Anna Marjun Hentze byrjar í dag í virkisvenjing í Spíranum. Virkisvenjingin er 3 mánaðir. Vit gleða okkum :) 

 

 

 

 

 

 

 

17.11.15

Hannis geldur

Børnini eru sera góð við ungarnar hjá kaninini Hannis. Nú fer hann tó ikki at fáa fleiri ungar. Vit vóru hjá djóralæknanum í gjár og fingu hann geldan. 

 

 

 

Myndir

12.11.15

Tacos í Reyðahúsi

Vit høvdu ein festligan matdag í reyða húsi í dag. Børnini gjørdi tacos og hugnaðu sær óført. Uppmøtingin var sera góð :) 

 

 

Myndir

07.10.15

Børnini fóðra

Í dag vóru hesi børnini og fóðraðu og eftir eggum.

Myndir

Kaninungar

Perla hevur aftur lagt ungar :)

Video

02.10.2015

Facebook síða

Spírin hevur nú ein síðu á Facebook.

Leitar man á Facebook eftir "Spírin", kemur hon fram undir "Pages". Leinkja til síðuna er her

Nú er bara at fara inn og "Like'a":)

 

 

16.09.2015

Skúmfidusar

Børnini í 3. flokki vóru niðri við bálstaðið og grillaðu skúmfidusar í góða veðrinum í dag.

Myndir

16.09.2015

Sól, pannukøkur og nógvir karmar :)

Fyrst vildi summarið ikki byrja. 

Nú steðgar tað ikki aftur:) Tað hava vit aftur í dag feirað við at baka pannukøkur niðri á bálstaðnum henda góða septemberdag.

Tað er ikki so lætt at halda seg frá tí freistandi ánni. Tí vóru, sum ikki einaferð, fleiri børn sum fingu sær ein deiligan karm.

Myndir eru her

04.09.2015

Just Dance

Børnini í 3. flokki dansa. 

Hygg her

24.08.2015

Gott veður

Veðrið í dag hevur verið av tí allarfagrasta. Vit hava súkklað, spælt í ánni, fóðra, spælt fótbólt og mangt annað :)

Myndir